Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann er til reiðar at hava val í Ukraina, um Russland tekur undir við einari fullkomnari vápnahvíld.
Tað sigur hann sambært BBC, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump um vikuskiftið fanst at Zelenskyj og segði, at Ukraina burdi fingið ein nýggjan forseta.
Les eisini: Trump: Ukrainar burdu fingið nýggjan forseta
Trump fanst m.a. at Zelenskyj fyri ikki at hava hildið val í Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landinum í februar 2022.
Sambært ukrainsku stýriskipanini ber ikki til at hava val í landinum, meðan landið er í kríggj, og Zelenskyj hevur eisini áður víst á, at tað hevði verið trupult at fyriskipað í økjum, sum eru hersett av Russlandi.
Men fáa ukrainar tveir mánaðir av friði - eina vápnahvíld í 60 dagar, kann val haldast, sigur ukrainski forsetin.
Í gjár boðaði amerikanski forsetin frá, at avtala varð gjørd um sonevnda orkuvápnahvíld millum Russland og Ukraina, men ivi er sáddur um hetta, m.a. tí, at Zelenskyj einki segði seg vita um hetta. Russland hevur heldur ikki beinleiðis váttað, at ein slík avtala er gjørd.
Les eisini: Trump boðaði frá orkuvápnahvíld millum Ukraina og Russland - men tað visti Ukraina einki um
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald