Løgtingslógin um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum hevur onga áseting um sernámsfrøðiligan stuðul til lesandi, sum bera brek. Hetta er ikki í samsvari við sáttmálan hjá ST um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, sigur Brekumboðið.
Brekumboðið heitir tí á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja fram lógaruppskot, sum tryggjar, at lógin um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum verður í samsvari við ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.
Lógin hevur ongar ásetingar um sernámsfrøðiligan stuðul til lesandi, sum bera brek, og tað merkir, at tað í dag ikki er heimild at veita eitt nú teknmálstulking ella aðrar rímiligar tillagingar, á útbúgvingum, sum eru skipaðar sambært hesi lóg, vísir Brekumboðið á í tíðindaskrivi.
Millum útbúgvingarnar, ið verða skipaðar eftir lógini um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, eru flestu av útbúgvingunum á Hægri Námi á Glasi, eitt nú Byggifrøði, Marknaðarførslubúskapur og Fíggjarbúskapur.
At lesandi á hesum útbúgvingum ikki kunnu fáa sernámsfrøðiligan stuðul skapar ein grundleggjandi mismun í útbúgvingarskipanini, sigur Brekumboðið.
– Sernámsfrøðiligur stuðul er í dag ein sjálvsagdur partur av lógargrundarlagnum fyri flestu útbúgvingar. Men tá ið nøkur lesandi framvegis standa uttan lógartryggjaðan rætt til neyðugan stuðul, er útbúgvingarskipanin ikki javnbjóðis.
– Lesandi við sama stuðulstørvi hava ikki somu rættindi, men eru í staðin bundin av, hvørja útbúgving tey velja. Rætturin til neyðugan stuðul eigur at byggja á tørvin hjá tí einstaka lesandi – ikki á, hvør lóg skipar útbúgvingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald