Innanlands

- Torført at fylla tómrúmið eftir royndu leikararnar

Hetta sigur Rebekka Benbakoura við heimasíðuna hjá FSF, nú millum annað Heidi Sevdal er burtur. Tó er áleyparin bjartskygd um hópin og um nýggja venjaran,

- Flestu leikararnir hava roynt at spælt á ymiskum plássum á vøllinum, og Kári hevur blandað kortini eitt sindur av nýggjum (Mynd: Sverri Egholm)

- Flestu leikararnir hava roynt at spælt á ymiskum plássum á vøllinum, og Kári hevur blandað kortini eitt sindur av nýggjum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-23 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør gjørdist talan um steypagull og silvurkrónur hjá hjá HB-kvinnunum í einum kappingarárið við upp- og niðurtúrum. Í vetur hevur nakað av órógv verið, tí samstarvið við Christoffer Harrington, ið varð settur í starvið sum venjari sum avloysari fyri Allan Dybzcak, endaði brádliga miðskeiðis í februar. 

- Vit hava í veruleikanum ongantíð verið uttan venjara, tí vit eru hepnar at hava fantastiska dugnalig og góð fólk rundanum okkum. Eyðvør Jakobsen tók ábyrgd og skipaði góðar venjingar fyri okkum, tá vit annars høvdu staðið uttan venjara, og nú hava vit ein spennandi venjara í Kára (Reynheim. red), sum sær nýggjar møguleikar við hópinum.

Hetta sigur Rebekka Benbakoura við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt at nýggju eyguni á síðulinjuni síggja nýggjar møguleikar, so sær áleyparin eisini, at HB kann byggja víðari uppá tað forarbeiðið, sum er gjørt seinastu árini. Uppmøtingin er altíð góð til venjing, og leikarar hava gjøgnum fleiri ár lært at spæla á fleiri plássum á vøllum.

– Í so máta eru vit helst ein spennandi hópur at arbeiða við, tí flestu av okkara leikarum kunnu spæla á fleiri plássum. Tað síggja vit so nú, við at Kári blandar kortini eitt sindur av nýggjum og setur okkum saman uppá mátar, sum vit ikki hava roynt fyrr. Tað kann blíva heilt gott, tað er í øllum førum spennandi, greiðir Rebekka frá.

Toppskjúttin er burtur - tær yngru hava tikið ábyrgd

Rebekka Fjallsá Benbakoura skoraði 11 av teimum 49 málunum hjá HB í fjør. Næstflest á liðnum og næstflest í deildini. Nummar eitt hevði tó tvífalt so nógv: Heidi Sevdal. Eftir tvey ár í HB, hevur áður spælt har í fimm ár, skifti ársins leikari í vetur til barndómsfelagið NSÍ, sum er aftur í bestu deildini. Fyrrverandi álopsmakkarin dylir ikki fyri, at hetta er ein stórur missur: 

– Sjálvandi eru tað 25 mál, sum onkur annar nú skal skora, men Heidi hevur eisini verið stjørnan á liðnum, sum hevur gingið undan, bæði á og uttanfyri vøllin. Hon er komin við einum hugburði og seriøsiteti, sum vit aðrar nú skulu taka ábyrgd av og halda fast í, sigur Rebekka Fjallsá Benbakoura við heimasíðuna hjá FSF.

Samanlagt hevur HB mist seks leikarar. Profilar sum áðurnevnda Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum, sum seinastu mongu árini hevur verið millum stinnastu stuðulsleikararnar hjá HB, verða ikki at síggja á HB-liðnum í ár. Harumframt eru Nadja Johannesen (landsliðsleikari) Ninna Hansen, Janita Ole-Jacobsen, og Rannvá Mortensen heldur ikki við longur, tí tær eru farnar av landinum orsaka av lestrarørindum

Tveir leikarar er komnir til felagið. Sarita Maria Mittfoss er komin aftur úr B36, meðan Kára Djurhuus er komin úr EB/Str/Skála. Samanlagt er hópurin sostattt væl samansettur og spennandi, sigur Rebekka við fsf.fo

– Tað verður torført at fylla tómrúmið eftir royndu leikararnar, sum vit hava mist, men vit eru hóast alt heilt væl mannaðar. Uppmøtingin er sera góð og hevur verið tað gjøgnum allan uppstartin, og sum heild hava vit tikið okkum fram. Serliga nógvar av teimum yngru, sum ikki hava fingið nógva spælitíð áður, hava veruliga tikið ábyrgd og gjørt tað gott í venjingardystum, sigur hon.

Skulu læra at bíða

Rebekka Fjallsá Benbakoura er ikki í iva: HB vil vera við har, sum tað er stuttligast at vera. Men hon væntar samstundis sera nógv av hinum liðunum í Betri Deildini - millum annað felagsliðnum sum í fjør bjóðaði av: 

– Sum steypavinnarar og nummar tvey í landskappingini fara vit sjálvandi eftir at vinna so nógv sum gjørligt. Hjá okkum ræður um at hava tol og álit á okkara evnum, tí tá kunnu vit spæla væl ímóti øllum. Men hini liðini eru eisini sterk. Eg vænti serliga nógv av ÍF/Víkingi/B68, tær eru krútsterkar og gera nøkur fantastisk ting, sum menna teirra kvinnulið, og tað trúgvi eg fer at geva teimum góð úrslit í ár

Kappingin í Betri Deildini hjá kvinnum byrjar í mrogin, og HB skal í fyrsta dysti á vitjan hjá føroyameistarunum í Klaksvík. Dysturin millum KÍ og HB byrjar kl. 15.

Les eisini: KÍ vil altíð vinna
                 Her er skráin fyri 1.umfar í Betrideildini hjá kvinnum

placeholder
placeholder