Uttanlands

- Tey føla at ein partur av býnum er amputeraður

Lagið er dapurt í franska høvuðsstaðnum í dag, sigur Christina Solmunde Michelsen, sum býr í París

Soleiðis sær Notre Dame út í dag (Mynd: EPA)

Soleiðis sær Notre Dame út í dag (Mynd: EPA)

2019-04-16 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lagið er nokkso dapurt í París í dag, eftir at eldur kom í Notre Dame-dómkirkjuna í gjárkvøldið.

Tað segði Christina Solmunde Michelsen, sum býr í París, við Kringvarpið í morgun.

- Tað er ringt at trúgva tí. So nógv fólk eru komin fyri at síggja tað við egnum eygum, at dómkirkjan sær heilt øðrvísi út í dag, sigur hon.

- Tað er eitt monument, og tað hevur nógv at siga fyri fólk í París og fyri fraklendingar sum heild. Fólk í París føla, at ein partur av býnum hjá teimum er amputeraður, og so følir mann seg eisini sjálv amputerað, sum um mann hevur mist okkurt av stórum týdningi. Og mann sigur ofta, at Notre Dame hon er hjartað av býnum.

Eldurin er nú sløktur, og tað eydnaðist at bjarga fleiri gripum úr dómkirkjuni.

Standmyndir vórðu fluttar úr Notre Dame, áðrenn umvælingararbeiðið fór í gongd. Eisini eydnaðist tað sløkkiliðsfólki at bjarga m.a. eina skjúrtu, sum franski kongurin Louis IX gekk í í 14. øld.

Franski forsetin, Emmanuel Macron segði í gjár, at dómkirkjan skuldi byggjast upp aftur, og síðan í gjár eru fleiri enn 2 mia. krónur savnaðar inn til Notre Dame, bæði frá almennum og privatpersónum. Eisini hevur heimasíðan hjá Notre Dame eina innsavning.

- Tað er ein troyst, men tað fer nokk at taka langa tíð, men tað er sjálvandi gott, at tað kann byggjast upp aftur, sigur Christina Solmunde Michelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder