Innanlands

- Tað gongur ov seint at fáa Føroyar av norska reyðalistanum

Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi vart við ótolandi støðuna á fundi við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-11 13:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað tekur óneyðuga langa tíð at fáa okkum av reyða listanum hjá Noregi, og tað skapar trupulleikar fyri føroysk arbeiðsfólk í Noregi. Skulu norðurlond vera eitt burðardygt og sameint øki, so mugu vit vísa størri fleksibilitet yvirfyri hvørjum øðrum og ikki seta óneyðugar markaforðingar upp. Vit skulu sjálvandi verja okkum og avmarka smittuna, men tá smittan er burtur, skulu landamørkini latast uppaftur.

Hetta var boðskapurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum og norðurlendskum samstarvi, tá samstarvsráðharrarnir hittust til fundar á netinum í gjár.

Evnið  fyri fundin var avbjóðingar og framtíðarætlanir í norðurlendska samstarvinum. Handfaringin av koronakreppuni í Norðurlondum, og hvussu hetta hevur viðført nýggjar markaforðingar, fylti nógv á dagsskránni, skrivar heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum.

Á samstarvsráðharrafundinum skuldu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir millum annað taka støðu til eina nýggja fýra ára ætlan fyri norðurlendska samstarvið, og hvussu vit røkka málinum um at gerast heimsins mest burðardygga og sameinda økið í 2030 – tann sonevnda Visjón 2030 fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Fýra ára ætlanin byggir á tríggjar súlur, nevniliga at norðurlond skulu verða grønari, kappingarførari og sosialt burðardyggari.

Harumframt samtyktu samstarvsráðharrarnir at endurnýggja og styrkja fulltrúina hjá Markaforðingsráðnum, sum arbeiðir við at niðurlaga markaforðingar millum Norðurlond. Eisini samtyktu samstarvsráðharrarnir at styrkja og menna samstarvið við grannatjóðirnar fyri vestan, Stórabretland, Írland, Kanada og USA.

Støðan við Covid-19 fylti eisini nógv á fundinum. Kaj Leo Holm Johannesen nýtti høvið at vísa á, at svartíðin hjá Norðurlondum er ov sein, tá tað kemur til at lata landamørkini uppaftur. Meðan Føroyar framvegis verða mettar sum eitt vandaøki í Noregi, eru hagtølini longu dagførd hjá evropeiska ECDC, soleiðis at Føroyar ikki longur verða mettar sum vandaøki.

Landsstýrismaðurin nýtti tí eisini høvið á fundinum at heita á norska samstarvsráðharran, Jan Tore Sanner, um at bera so í bandi, at Føroyar skjótast gjørligt koma av reyða listanum hjá Noregi.

Danmark, Føroyar og Grønland hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder