Innanlands

- Tað er óseksut at smitta onnur

- Summi halda at tað er "óseksut" at ganga við munnbindi, men tað er verri at smitta fólk, ið tú er góður við, um tú ikki ansar eftir. Fútin og formaðurin í farsóttarnevndini heitti staðiliga á fólk um at nýta munnbindi og um at koppseta seg fyri at verja seg og serliga onnur

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-12-30 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á stutta kunningarfundinum um koronu í Kringvarpinum tosaði Micheal Boolsen um at verja Heilsuverkið og aðrar av teimum mest umráðandi stovnunum og gøgnunum í samfelagnum móti Omikron, ið smittar illa.

Frábrigdi hevur higartil ikki lagt stórt trýst á millum annað Sjúkrahúsverkið, men tann mest sentrali boðskapurin á tíðindafundinum var, at syrgjast skal fyri, at nógvir smittutilburðir, sum eru í løtuni og sum fara at koma, ikki skulu merkja stórt trýst.

Les eisini: 
Øll verða helst smittað við omikron fyrr ella seinni
216 tilburðir í 3078-kanningum

Formaðurin í Farsóttarnevndini minti, sum so ofta fyrr, á tilæmælini um frástøðu og reinføri, og segði at um ein gamlaárskvøld savnast við øðrum enn teimum, sum ein til dagliga er saman, so skal tað helst ikki verða saman við yvir tíggju fólkum.

Boolsen tosaði eisini aftur um munnbind og koppsetingar sum umráðandi amboð - serliga fyri at verja onnur. Júst tað við munnbind/masku hevur ikki verið nógv nýtt í Føroyum, og útfrá kanningum er tað ivasamt, hvssu nógv tað verjir, men tað er serliga umráðandi fyri at verja onnur, um ein sjálvur hevur virusið, uttan at vita av tí: 

- Summi halda at tað er óseksut at ganga við masku, men tað er óseksut (lítið eggjandi) at smitta onnur - serliga tey ið ein er góður við, og sum ein kemur tætt uppá.

[object Object]
Micheal Boolsen í munnverju, júst sum tíðindarfundurin byrjar (Mynd: Sverri Egholm)

Farsóttarnevndin hevur fund aftur mánadagin 3. januar, har millum annað spurningurin um ferðsluljósini og koronupassið verður tikin upp 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder