Innanlands

- Skeivt at reypa um kommunulæknastørv

Kári P. Højgaard finst at, at samgongan reypar um fleiri kommunulæknastørv, tá størvini ikki eru sett

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-01 11:25 Author image
Ari av Rana

Løgtingið viðgerð í løtuni løgmansrøðuna, sum varð hildin ólavsøkudag. Hvør flokkur á løgtingi hevur eitt framsøgufólk, og tá framsøgufólkið hevur havt orðið, hava løgtingsfólk møguleika at koma við viðmerkingum.

Eftir at Annita á Fríðriksmørk hevði havt orðið sum framsøgufólk fyri Tjóðveldi, tók Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrinum orðið.

Kári P. Højgaard tók aftur í aftur eina átalu, sum ofta hevur verið at hoyrt í andstøðuni, at meðan samgongan vísir á, at hon hevur skapa fleiri kommunulæknastørv, so eru fleiri teirra ikki sett.

- Tað er skeivt at reypa um kommunulæknastørv, tá kommunulæknarnir ikki eru har, segði Kári P. Højgaard í viðmerkingini.

Annita á Fríðriksmørk viðgekk, at hetta var ein avbjóðing, men meðan kommunulæknarnir mangla, so hava avloysarar røkt nøkur av størvunum, tó at summi av størvunum enn eru leys.

placeholder
placeholder