Innanlands

- Sandberg er fyrimyndin hjá okkum øllum

Eins og rógvarin úr Miðvági setir landsstýrið sær eisini høg stavnhald - tá ferðin vónandi skjótt verður sett uppaftur, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað í røðu síni á tingi í dag

2021-07-29 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmaður brúkti føroyska OL-rógvaran, Sverra Sandberg Nielsen, úr Miðvági sum fyrimynd og útgangsstøði, tá hann í dag greiddi løgtinginum og Føroya fólki frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri komandi árið.

“Trivnaður, tryggleiki, vøkstur” er stavnhaldið, tá Føroyar vónandi skjótt koma upp í fulla ferð aftur, segði Bárður á Steig Nielsen.

Og málsetningurin er høgur. Eins og Sverri úr Miðvági hevur sum stavnhald at vera heimsins besti rógvari, ætlar løgmaður, at Føroyar skulu gerast millum bestu samfeløg.

Skapa eitt samfelag í serflokki
“Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi”, segði løgmaður.

- Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki.  Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir, legði hann afturat.

Í røðu síni kom løgmaður inn á hópin av økjum, sum landssstýrið ætlar at gera nakað við fyri at skapa trivna, tryggleika og burðardyggan vøkstur.

Les løgmansrøðuna her 

Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna at fáa til vega bústað til øll, ið leita eftir onkrum at búgva í. Hetta skal gerast við Bústøðum og í góðum samstarvi við vinnuna. Landsstýrið hevur eisini sett sær fyri, at útlendingar ikki skulu seta seg á allar bústaðirnar, og bert fáa loyvi at keypa býli eftir umsókn.

Koyra til Suðuroyar áðrenn 2030
Strandferðslan skal eisini hevjast til at gerast ein viðspælari, sum skapar trygd og trivnað í samfelagnum, og tí eru ávís økir her, sum skulu endurskoðast.

Suðuroyartunnilin er nú ein ítøkiligur málsetningur hjá landsstýrinum, og løgmaður lovaði, at koyrandi verður innan 2030.

Á búskaparliga økinum roknar løgmaður við, at hall verður í landskassanum aftur í ár, eins og í fjør, orsaka av koronastøðuni, men seinast í 2023 skal landskassin aftur geva avlop, sum líðandi skal vaksa, fyri at minka um skuld og verja móti ringari tíðum.

Løgmaður nam eisini við støðuna á arbeiðsmarknaðinum og staðfesti, at støðan við verkføllum ikki er haldgóð.

- Vit mugu tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast, segði løgmaður.

Nýtt fongsul
Løgmaður avdúkaði eisini, at landsstýrið nú arbeiðir við at fáa bygd eitt nýtt fongsul í Føroyum.

Fongsulsviðurskiftini eru ikki nøktandi, segði løgmaður:

- Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg. Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin.

Eisini nam hann við tørvin á at tálma oljunýtsluni á landi, og boðaði frá, at uppskot um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk verður lagt fram í heyst.

Vil hava burðardyggan makrelfiskiskap aftur
Og tá tað kemur til burðardyggleika vísti løgmaður á, at støðan viðvíkjandi makrelfiskiskapinum als ikki er nøktandi, nú Føroyar og Noreg hava ásett egnar kvotur.

“Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder