Uttanlands

– Russland fer ikki at leypa á Nato-øki

Tað sigur amerikanski forsetin, eftir at stjórin fyri CIA hevur vitjað í Moskva.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-28 17:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland fer ikki at leypa á Nato-øki, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at stjórin fyri CIA, John Ratcliffe í vikuni hevur vitjað í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Tá Trump hósdagin varð spurdur av journalistum, um Ratcliffe fór til Russlands fyri at ávara russar ímóti at leypa á Nato, hevði hann onga viðmerking, men hann legði afturat, at hann sjálvur hevði havt góðar samrøður við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin.

Seinasta alment fráboðaða vitjanin hjá einum CIA-stjóra í Moskva var í november 2021 - tríggjar mánaðir undan russisku innrásini í Ukraina, sum landið framvegis er í kríggj við, skrivar Reuters. Tá hitti táverandi CIA-stjórin William Burns Vladimir Putin.

Sambært Trump var einki óvanligt við vitjanini hjá Ratcliffe.

– Ratcliffe hittir russiska starvsbróðir sín eina ferð hvørt hálvár ella hvørt ár. Tey hava eitt sera gott samband. Har vóru eingi boð ella nakað óvanligt, sigur amerikanski forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder