Innanlands

– Politiski myndugleikin skal ikki blanda seg uppí samráðingar á arbeiðsmarknaðinum

Minnilutin í Mentanarnevndini hjá løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg um at gera ólavsøkuaftan til almennan frídag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-19 16:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í mars mánað legði Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar um at gera ólavsøkuaftan, 28 juli til almennan frídag.

– Ólavsøkan verður hildin í Havn og samferðslan fyri tey, sum búgva kring landið, er avmarkað merkisdagar. Hetta ger, at tað eru mong arbeiðsfólk, sum ikki hava møguleika at fara á ólavsøku, tí dagurin ofta partvís er arbeiðsdagur og vegna avmarkaðu samferðsluviðurskiftini. Veruleikin er nokk tann, at hetta so gott sum einans rakar fólk í útjaðaranum, segði tingkvinnan m.a. í viðmerkingum til uppskotið.

Uppskotið hjá Sirið Stenberg hevur verið til viðgerð í Mentanarnevndini hjá løgtinginum, sum legði álit fram fríggjadagin.

Meirilutin í Mentanarnevndini, Djóni Nolsøe Joensen, og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Beinta Løwe Jacobsen úr Tjóðveldi, og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, siga siga seg taka undir við uppskotinum, men tað ger minnilutin, ið umboðar samgonguna, ikki.

Beinir Johannesen, og Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum, og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum mæla løgtinginum frá at samtykja uppskotið.

Grundgevingin hjá minnilutanum er, at nøkur fólk ynskja at arbeiða á ólavsøku, meðan tey, sum ynskja sær frí at fara á ólavsøku, fáa tað.

– Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava samráðingar, er frítíð eisini nakað, ið verður brúkt undir samráðingunum. Minnilutin heldur ikki, at tann politiski myndugleikin skal blanda seg uppí samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Les alt álitið frá Mentanarnevndini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder