placeholder
Uttanlands

- Ongin hóttir Russland - tað er Putin, ið ynskir stríð

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fanst hvassliga at Russlandi tá hann helt røðu á ST-aðalfundinum í dag

Joe Biden helt røðu á ST-aðalfundinum í dag (Mynd: EPA)

Joe Biden helt røðu á ST-aðalfundinum í dag (Mynd: EPA)

2022-09-21 18:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ongin hevur hótt Russland, ongin annar enn Russland søkir eftir samanbrestum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur á aðalfundinum hjá ST í dag gjørt viðmerkingar til ógvusligu fráboðanina hjá russiska forsetanum í morgun.

Í røðu síni til ST-aðalfundin hevðist hann harðliga at framferðini hjá Putin og russisku innrásini í Ukraina, sum Biden kallar bæði ógvuslig og óneyðug.

Les eisini: Putin: 300.000 hermenn afturat kallaðir inn

Danmarks Radio hevur listað nakrar av útsøgnunum í røðuni hjá Joe Biden.

- Hetta kríggið er byrjað av einum manni, fyri at siga tað, sum tað er.

- Ein fastur limur í ST-trygdarráðnum hevur gjørt innrás í eitt grannaland. Roynir at burturbeina eina sjálvstøðuga tjóð av landakortinum.

- Í dag er Putin forseti komin við kjarnorkuhóttanum móti Evropa... Nú sendir hann boð eftir fleiri russiskum herfólkum. Og Kreml er í gongd við at skipa fyri eini falskari fólkaatkvøðu fyri at fáa hendur á pørtum av Ukraina.

- Putin sigur, at hann var tvingaður til at gera okkurt, tí Russland var hótt. Men tað er ongin, ið hóttir Russland. Og tað er ongin annar enn Russland, ið søkir samanbrestirnar.

Sambært NRK heitti Biden á limalondini hjá ST um at standa saman í stríðnum fyri at verja fólkaræðið.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder