Herfyri boðaði danska kongshúsið frá, at Margreta drotning hevði avgjørt, at børnini hjá Joachim prinsi skuldu missa kongaligu heitini 1. januar. Ein avgerð, sum Joachim prinsur og familja hansara søgdu seg vera sera kedd um.
Hesa vikuna hevur Joachim prinsur, sum býr í franska høvuðsstaðnum París saman við konuni, Marie prinsessu og børnum teirra, Henrik prinsi og Athena prinsessu, verið í Danmark fyri at tosa við mammuna um støðuna.
Tað váttar kongshúsið sambært donskum miðlum.
Joachim prinsur hevur vitjað drotningina á Fredensborg slottinum, og eru tey samd um at síggja frameftir.
– Øll eru samd um at hyggja frameftir, og sum drotningin sjálv hevur greitt frá, ynskja hon og Joachim prinsur frið til at sleppa gjøgnum hesa støðuna, sigur Lene Balleby, samskiftissleiðari hjá kongshúsinum við B.T.
Joachim prinsur, Marie prinsessa og elsti sonur Joachim, Nikolai prinsur hava m.a. verið í donsku miðlunum og greitt frá, hvussu kedd tey eru um avgerðina hjá drotningini. M.a. upplýsti Joachim prinsur, at hann hevði fingið boðini fimm dagar áðrenn, avgerðin hjá drotningini varð almannakunngjørd.
Mary krúnprinsessa, sum tekur undir við avgerðini hjá drotningini hevur eisini boðað frá, at heitini hjá børnum hennara – undantikið Christian prinsi, sum stendur til at yvirtaka donsku trónuna eftir Margretu drotning og Fríðrikki krúnprinsi – eisini skulu eftirmetast einaferð.
Sjálv sigur Margreta drotning um avgerð sína, at hon metir tað vera tað besta fyri børnini, og hevði hon undirmett, hvussu nógv hetta fór at ávirka yngsta son hennara og familju hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald