Hyggja vit at teimum bókum, sum nýttar verða í føroyska fólkaskúlanum í donskum, so eru tær ætlaðar einum donskum skúla og børnum, sum hava danskt sum móðurmál/fyrsta mál, sigur Asta Wolles við Skulabladid.fo.
- Hóast tey føroysku børnini skilja danska málið, so eru tey neyvan líka væl fyri at lesa og skriva danskt sum donsk børn. Nú havi eg ikki kannað, hvussu støðan er eitt nú í 9. flokkunum, men mínar royndir sum lærari siga mær, at nógv av danska tilfarinum er ov torført fyri okkara næmingar. Á hesum floksstigi er danskt eitt fremmandamál. Eg haldi, at vit avgjørt áttu at havt eitt kjak um lærugreinina danskt í føroyska fólkaskúlanum. Vit kundu spurt okkum sjálv, um tað er rætt, at vit nýta danskar lærubøkur, danskt kanon við Oehlenschläger og Blicher, á nett sama aldursstigi, sum nýtt verður í Danmark. Hvussu eigur danskt sum lærugrein at verða skipað? Eg kann skoyta uppí, at tá ið eg kannaði báðar aldursbólkarnar, varnaðist eg, at børnini høvdu ilt við at greiða frá serføroyskum viðurskiftum á donskum, eitt nú í sambandi við at fara á fjall ella flot. Tann málsliga førleikan fært tú ikki, tá tú lærir danskt gjøgnum telduspøl ella teknifilmar, sigur Asta Wolles.
Asta Wolles hevur hollar royndir sum lærari í fólkaskúlanum. Hon hevur í eini 30 ár undirvíst í máli, serliga føroyskum og enskum. Seinastu 10 árini hevur hon burturav undirvíst í hádeildini. Samstundis sum hon hevur verið lærari, hevur hon í mong ár lisið føroyskt á Fróðskaparsetrinum, og fyri kortum helt hon áhugaverdan fyrilestur á Føroyamálsdeildini í sambandi við, at hon hevur skrivað MA-ritgerð, ið ber heitið: "Tvímæli hjá føroyskum børnum. Ein kvalitativ kanning av førleikanum í donskum hjá nøkrum 6-10 ára gomlum børnum."
- Tað hevur undrað meg, at ikki meira hevur verið granskað í tvímæli í Føroyum, serliga millum børn og ung. Vit liva jú øll á málamótinum millum føroyskt og danskt í gerandisdegnum.
- Spurningurin um, nær føroysk børn læra danskt, er áhugaverdur. Føroyska samfelagið er í útgangsstøði tvímálsligt, og heimastýrislógin frá 1948 staðfestir, at Føroyar eru eitt tvímálsligt samfelag. Henda staðfesting sæst eisini aftur í fólkaskúlalógini, har sagt verður, at allir næmingar verða undirvístir í donskum frá 3.-9. flokk.
Øll greinin kann lesast í Skúlablaðnum, sum júst er komið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald