Innanlands

– Neyðugt at tillaga allatíðina við tí sum er

Erla Kongsdóttir er á skipasmiðjuni hjá MEST, klassingin av Ternuni verður helst ikki liðug fyrr enn í februar ella mars, og í løtuni kann Strandferðslan ikki vísa á onnur skip, sum kunnu bøta um støðuna á Nólsoyarleiðini, sigur Jørgen Niclasen

Ternan verður væntandi ikki í sigling aftur fyrr enn í februar ella mars (savnsmynd)

Ternan verður væntandi ikki í sigling aftur fyrr enn í februar ella mars (savnsmynd)

2020-12-28 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan metir, at umfataða klassingin av Ternuni verður liðug í februar ella mars, og Erla Kongsdóttir er í løtuni á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála, har arbeitt verður við at fáa hana í sigling aftur.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til skrivligan fyrispurning frá Høgna Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi.

Høgni Hoydal vildi hava at vita, hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at loysa siglingina um Nólsoyarfjørð, nú støðan hjá nólsoyingum er vernsað uppaftur meira við brekinum hjá Erlu Kongsdóttir og Hasfjord, samstundis sum klassingin av Ternuni dregur út.

– Tað snýr seg um eina ótolandi støðu hjá nólsoyingum, sum má loysast nú um jólini og inn í nýggja árið, segði Høgni Hoydal.

Í svari sínum vísir landsstýrismaðurin á, at óhepni hevur rakt meint, og at neyðugt hevur verið at funnið allar hugsandi loysnir við øllum tøkum skipum og tyrlum fyri at hava samband við allar oyggjar.

Neyðugt hevur verið at tillaga allatíðina við tí, sum er, sigur hann. Eitt nú er Jósup settur inn aftur á Nólsoyarleiðina, meðan avtala er gjørd við Atlantsflog um at røkja leiðina millum Klaksvík, Svínoy og Fugloy. Eisini verða farmatúrar gjørdir á hesum leiðum eftir tørvi.

– Henda fyribilsloysn er grundað á metta tørvin á nevndu leiðum, og í mun til hvørjar møguleikar Strandferðslan hevur í løtuni at røkja ferðasamband á øllum oyggjaleiðum, samstundis sum at skipaflotin er sera avmarkaður sum støðan er, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan í løtuni ikki kann vísa á onnur skip, sum kunnu bøta um støðuna, hóast tað verður leitað.

Tá Hasfjord varð keypt, varð hugt eftir fleiri ferjum, sum vóru til sølu, men Sjóvinnustýrið kundi ikki góðkenna nakað av hesum skipum sum ferðafólkaskip, og tí varð valt at keypa Hasfjord og skráseta tað sum farmaskip.

Landsstýrismaðurin sigur tað vera umráðandi, at ferðasambandið til Nólsoyar er gott, og vil hann virka fyri at fáa eina góða stutttíðarloysn. Somuleiðis verður nú arbeitt við eini heildarloysn, sum kann framtíðartryggja siglingina millum oyggjarnar. Til hesa ætlan er neyðugt við nýbygging.

Fyrispurningur og svar sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder