Innanlands

Video: - Natúrligt at tað verður undir leiðslu av Fólkaflokkinum og við mær sum løgmanni

Øll forfólkini peikaðu á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðara, og seinnapartin skal hann tosa við allar flokkar. - Ikki ósannlíkt at vit enda í stjórn saman við Javnaðarflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-28 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir forfólkaumfarið í løgtinginum í dag er tað greitt, sum øll roknaði við áðrenn: Beinir Johannesen er samráðingarleiðari, og skulu hann og Fólkaflokkurin nú royna at skipa stjórn.

Freistin er í fyrstu syftu til fríggjadagin 10. apríl, og hevur formaður fólkafloksins góðar vónir at fáa hetta uppá pláss - hann vil tó ikki siga so nógv um, hvørjir flokkar Fólkaflokkurin, sum vann valið, raðfestir fyrst.

Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen omanfyri: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder