Nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei "hevur tað gott" og "hevur fult tamarhald á støðuni", sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.
Mojtaba Khamenei hevur ikki verið sæddur alment, síðan hann varð útnevndur til leiðari 8. mars, og heldur ikki eru myndir almannakunngjørdar av honum, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar.
Hósdagin varð fyrsta almanne fráboðan hansara lisin upp í iranskum sjónvarpi, men Mojtaba Khamenei hevur ikki verið sæddur alment, síðan hann varð útnevndur til leiðari 8. mars. Heldur ikki eru myndir almannakunngjørdar av honum, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar, skrivar Ritzau.
Fráboðanir hava verið um, at Khamenei er særdur, men amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg ivast í, um nýggi iranski leiðarin yvirhøvur er á lívi.
USA hevur lovað finningarløn á umleið 10 milliónir dollarar - 65,5 milliónir krónur - fyri upplýsingar um hvar Mojtaba Khamenei er staddur.
Finningarløn verður eisini latin fyri upplýsingar um níggju onnur iransk embætisfólk, m.a. innlendismálaráðharran og ráðharran fyri fregnartænasturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald