Innanlands

– Málsviðgerðin hjá Útlendingastovuni longri enn ynskiligt

Tað er neyðugt, at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk, ásannar landsstýrismaðurin í lógarmálum

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-25 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ein sannroynd, at málsviðgerðin hjá Útlendingastovuni av arbeiðs- og uppihaldsloyvum tekur longri tíð enn ynskiligt, serliga tá talan er um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, men Útlendingastovan arbeiðir miðvíst við at loysa trupulleikan.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum í svari til ein §52a fyrispurning frá Helga Arahamsen úr Sambandsflokkinum.

Helgi Abrahamsen hevur spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera fyri at stytta viðgerðartíðina hjá Útlendingastovuni, og landsstýrismaðurin greiðir frá, at orsøkin til longu viðgerðartíðina er samansett.

– Økið er nýtt, og tí er neyðugt hjá Útlendingastovuni at menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram, og ger hetta arbeiðsgongdina meira tíðarkrevjandi. Harumframt er stovnurin lítil og hevur ikki møguleika at gagnnýta teir fyrimunir, ið størri eindir hava, so sum journaleindir, móttøkueindir, uppbýtta málsviðgerð og automatiseraðar skipanir.

– Arbeiðsbyrðan á Útlendingastovuni verður eyka tyngd av, at skipanin við uppihaldskortum av misgáum fall burtur, tá málsviðgerðin varð flutt til Føroyar. Hetta merkir, at Útlendingastovan í løtuni má skriva út afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending, sum ferðast úr Føroyum. Higartil hevur Útlendingastovan skrivað út umleið 700 afturferðarloyvir, skrivar Bjarni Kárason Petersen í svari sínum.

Løgmálaráðið hevur heitt á danska Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa trupulleikan, og gongd er nú í málinum. Tá trupulleikin er loystur, fer tað væntandi at lætta nakað um arbeiðsbyrðuna á Útlendingastovuni, sigur landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin ger tó greitt, at tað eisini er neyðugt við fleiri starvsfólkum, um málsviðgerðartíðirnar skulu styttast.

– Eg arbeiði tí í løtuni við at finna eina loysn á hesum og eri í samskifti við viðkomandi partar um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast á ráðiligan hátt. Eg meti, at samanumtikið fara omanfyri nevndu tiltøk at stytta um viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder