Uttanlands

- Løgmálaráðið hevur burturbeint nøkur av Epstein-skjølunum

Hetta sigur Thomas Massie - eitt av republikansku umboðunum í Umboðsmannatinginum ið ikki situr væl um sátt við Donald Trump. - Eitt mistakt er framt, og man ikki halda slíkum skjølum burturi

Massie hevur verið við í arbeiðnum at fáa skjølini, um dømda brotsmannin og samband hansara við nógv ymisk fólk, almannakunngjørd (Mynd: EPA)

Massie hevur verið við í arbeiðnum at fáa skjølini, um dømda brotsmannin og samband hansara við nógv ymisk fólk, almannakunngjørd (Mynd: EPA)

2026-02-15 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sonevndu Epstein-skjølini halda á fram at fylla nógv í USA og aðrastaðni, og nú vísir Thomas Massie á, at amerikanska Løgmálaráðið hevur beint nøkur av Epstein-skjølunum burtur.

Hann er eitt av republikansku umboðunum í Umboðsmannatinginum, sum hevur sæð óviðgjørdu útgávuna.

Massie hevur verið við í arbeiðnum at fáa skjølini, um dømda brotsmannin og samband hansara við nógv ymisk fólk, almannakunngjørd.

Eftir at løgmálaráðið hevur sitið við tí, staðfestir Thomas Massie, at har eru "mistøk gjørd í handfaringini" - slík sum ikki mugu henda hjá løgmálaráðnum og slík sum ikki kunnu haldast goymd.

Higartil hevur "Departmant of Justice" (DOP) ikki svara atfinningum.

Fyrr í vikuni havue Massie eisini havt at Pam Bondi, løgmálaráðharra, fyri hennara viðgerð av Epstein-málinum.

Sí eisini: Undrast yvir hvørji nøvn eru fjald í Epstein-skjølunum

Hóast teir eru úr sama flokki, sita Thomas Massie og Donald Trump ikki væl um sátt - pent sagt. Umboðsmaðurin úr Kentucky og forsetin hava skotið eftir hvørjum øðrum áður í millum hesum málinum.

Tað hevur verið víst á, at millum annað navnið hjá Donald Trump er strikað ymsastaðni í skjølunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder