
Ísrael verður revsað fyri álopini, sum landið hevur framt á Iran seinastu hálvaaðru vikuna, sigur Ayatollah Ali Khamenei, ovasti leiðarin í Iran.
– Zionistiski fíggindin hevur framt eitt álvarsamt mistak, eitt stórt brotsverk. Tað skal revsast - og tað verður revsað. Tað verður revsað beint nú, sigur hann í fráboðan á sosiala miðlinum X sambært Ritzau.
Khamenei sigur einki um amerikanska álopið um vikuskiftið, har USA rakti trý kjarnorkuverk. Hetta var fyrstu ferð, at USA legði seg beinleiðis uppí stríðið millum Iran og Ísrael.
USA fer at fáa sterkt aftursvar
Iranski herleiðarin, Amir Hatami genralmajorur, ávarar tó USA um, at Iran fer at koma við einum "sterkum aftursvari".
– Í søgu okkara hava vit mangan staðið yvirfyri USA. Hvørja ferð tey hava roynt at koma eftir okkum, hava tey fingið eitt sterkt aftursvar.
Les eisini: USA hevur bumbað trý kjarnorkuverk í Iran
Les eisini: Netanyahu: Hetta er søguligt
Álopini millum Ísrael og Iran halda fram, og í morgun verður aftur boðað frá loftálopum í báðum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald