Uttanlands

– Iranska stýrið er óndskapurin sjálvur

Tað var rætt av amerikanarum at leypa á Iran, sigur danski verjumálaráðharrin – Danski forsætisráðharrin kann ikki siga, um Danmark fer uppí stríðið

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avgerðin hjá amerikanarunum um at leypa á Iran var ein røtt avgerð, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

– Tað snýr seg ikki bert um støðuna í Iran men um støðuna í Miðeystri sum heild, sigur hann og leggur afturat, at tað er ein torfør men neyðug støða.

– Er tað skilagott, at amerikanarar gera, sum teir gera nú? Ja, tað haldi eg, sigur hann við danskar miðlar.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen siga seg einki gott hava at siga um iranska stýrið.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at vandi er fyri, at støðan versnar, og ynskir hann stýrið har, sum piparið grør.

Mette Frederiksen sigur, at stýrið í Iran er eitt av ringastu stýrum, sum eru til, og er tað óndskapurin sjálvur.

– Men eitt stórt stríð í Miðeystri hevði havt óyvirlítandi avleiðingar fyri okkum øll, so tað er neyðugt at hugsa seg um.

Tá danskir miðlar spurdu hana, um Danmark fer uppí stríðið, svaraði hon, at tað er ov tíðliga at siga, tí tað eru alt ov nógvir spurningar, sum ikki kunnu svarast í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder