Innanlands

– Høgu tunnilsgjøldini eru ein gøla og stór skomm

Verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka Eysturoyartunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri hann, sigur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum vil hava tunnilsgjøldini niður

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-27 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tunnilsgjøldini hjá Eysturoyartunnlinum skulu niður. Tað heldur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

– Um prísurin verður settur ov høgt, vil helvtin av bilinum brúka ta longu farleiðina - og harvið brúka meira tíð, bensin og slit - samstundis sum tey eisini økja um møguleikan fyri vanlukkum, sigur hann í lesarabrævi í dag.

Við at brúka Eysturoyartunnilin koma fólk, sum dagliga mugu koyra millum Havnina og Skálafjørðin at arbeiða at spara meira enn ein ein tíma um dagin, ella áleið 200 tímar um árið.

Samanlagt verður mett, at vit sostatt koma at brúka áleið fýra mió. tímar minni í einum bili, og fer hetta eisini at minka um vandan fyri vanlukkum – um fólk velja at brúka tunnilin, sigur tingmaðurin, sum heldur, at høgu tunnilsgjøldini eru ein gøla og stór skomm – bæði fyri borgararnar og alt samfelagið.

– Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin, sigur Jaspur Langgaard.

Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verður neyðugt at gera politisk inntriv, sigur hann.

Til og við 10. januar er ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin, men frá 11. januar fer tað at kosta einum persónbili 175 krónur hvønn vegin uttan hald at koyra millum Streymoynna og Eysturoynna. Príslistin sæst her.

– Tunnilsgjøldini muga og skulu niður - hetta er eitt ófrávikiligt krav, sigur Jaspur Langgaard. Alt lesarabrævið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder