Innanlands

- Hetta er nógv álvarsamari enn øll fíggjarlógin tilsamans

Álop á tað siðbundna í Føroyum. Er tíðin ikki komin at avtaka Demokratia, spyr løgtingsmaður

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-18 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orðaskiftið til 2. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019 er sum væntað drúgt, og nógv taka orðið.

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin helt seinnapartin fyri, at tíðin var komin at avtaka Demokratia og Javnstøðunevndina.

- Er ikki tíð, at avtaka Demokratia? Er ikki javnstøða í politikki, spurdi Jógvan á Lakjuni.

- Tað virkar so ódemokratiskt fyri mær. Man skal hava ein stovn, sum skal arbeiða fyri at fáa nøkur bestemt fólk inn á ting. Tað er so ótrúliga ódemokratiskt í mínum høvdið.

- Tað er eitt álop á tað siðbundna í Føroyum. Tað er tað, sum hendan samgongan kallar fyri tíðarhóskandi. Eg ræðist tað, sum Eyðgunn Samuelsen (landsstýriskvinna, red.) legði fyri tingið, at hendan økta vitanin um kyn og javnstøða skal inn í barnagarðarnar.

- Hetta at niðurbróta tað at vera ein genta og at vera ein drongur. Hetta er alvorligt, segði Jógvan á Lakjuni.

- Hetta er ein so álvarsamur spurningur, at hann er nógv álvarsamari enn øll fíggjarlógin tilsamans, segði tingmaðurin.

Játtanin til javnstøðumál verður hækkað við 250.000 krónum, sum liður í at fremja tey átøk, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri í virkisætlanini í javnstøðupolitikkinum. Samlaða rakstrarjáttanin til javnstøðumál er ein lítil millión.

Fylg við tingvarpinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder