Innanlands

– Hava verið kimað niður av uppringingum

Seinastu fýra dagarnar hevur hevur løgreglan verið órógvað av nógvum 112-uppringingum, og tí heitir løgreglan nú á fólk um ikki at geva børnum og øðrum fartelefonir sum leiku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-14 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur løgreglan havt øgiligan ampa av 112.

Løgreglan legði í gjár eini boð út á Facebook, har heitt varð á foreldur, avvarðandi og starvsfólk á bústovnum um ikki at geva fartelefonir til børn og onnur sum leiku – heldur ikki um tær eru læstar ella uttan simkort.

Orsøkin er, at hesar framvegis kunnu ringja 112.

Les eisini: – Latið ikki fartelefonina til børn og onnur sum leiku

– Hetta nervar arbeiðinum á alarmsentralinum og kan vera atvoldin til, at eitt veruligt uppkall ikki sleppur ígjøgnum, skrivaði løgreglan.

Seinastu fýra dagarnar hevur løgreglan verið kimað niður av uppringingum. Eitt nú ringdi sami persónur nógvar ferðir til løgregluna millum klokkan sjey og átta í morgun.

– Vit síggja ikki, hvørji tey eru, tí talan er um eina telefon uttan simkort, men vit síggja bara, at tað er sami persónur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

– Nú hevur verið friður síðan klokkan átta í morgun, so vit vóna, at friðurin heldur fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder