Innanlands

- Flakavinnan hevur størri tørv á hjálp enn ferðavinnan

Bjarni Hammer undrast yvir, at landsstýrið ikki er sinnað at veita mest týðandi vinnuni hjálp

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-12 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt gott um ferðavinnuna, men flakavinnan er tann, sum bløðir mest í løtuni. Men frá almennari síðu er ongin áhugi at veita hesi vinnuni hjálp.

Soleiðis segði Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í løgtinginum í dag í sambandi við fyrstu viðgerð av Hjálparpakka 3 frá landsstýrinum.

Suðuroyartingmaðurin vísti á, at hann hevur heitt á landsstýrið um at fáa aðrar vinnur enn bara ferðavinnuna við í henda hjálparpakkan. Men tað vann ikki frama.

- Tað er sum um, at politikarar og fjølmiðlar bert tosa um ferðamannavinnuna. Tað eru tey, sum rópa harðast, sum verða hoyrd, og vit eru sinnað at hjálpa teimum, hóast øll tekin eru um, at hotellini longu nú eru við at fyllast. Til dømis er ongin møguleiki at fáa pláss á einum gistingarhúsi í Havn á ólavsøku, segði Bjarni Hammer.

Hann vísir á, at flakavinnan hevur virkað í Føroyum síðan 1840, og er framvegis ein av grundsúlunum undir føroyska búskapinum.

Í flakavinnuni eru nógv fleiri ársverk enn tað í ferðavinnuni, hóast tað kanska eru fleiri fólk, sum eru knýtt at ferðavinnuni, segði Bjarni Hammer.

Hann hevur spurt seg fyri í vinnuni og fingið at vita, at kreppan í løtuni er nógv tann ringasta, sum vinnan hevur upplivað hesi seinastu 20-25 árini.

- Tað ber ikki til at sleppa av við vøruna. Goymslurnar eru fullar, og virkini rokna við at missa upp móti 10 krónur fyri hvørt kilo av øllum teimum túsund tonsunum, sum virkini hava liggjandi á goymslunum, sum eru við at fyllast, segði Bjarni Hammer.

Hann upplýsti tinginum, at hann og Javnaðarflokkinum í nevndarviðgerðini fara at stríðast fyri at tað eisini verður møguleika fyri at veita føroysku fiska- og flakavirkinum onkran form fyri koronahjálp.

Fylg viðgerðini á løgtingi her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder