Í sambandi við at Fiskivinnuting á Sjómannadøgum verður á skrá í kvøld, skrivar Johnny í Grótinum, formaður í Fiskivinnunýskipanarbólkinum í 2016, í lesarabrævi, at lurtað varð ikki eftir serfrøðini, tá ið fiskivinnunýskipanin skuldi snikkast saman.
- Fiskivinnunýskipanin skuldi kjølfestast í serfrøði, men hon bleiv tíverri ein politisk kastibløka. Avleiðingin kann gerast, at vit fáa einar fátækari Føroyar, hóast yvirskipaða málið var at økja um virðisskapanina í fiskivinnuni.
Formaðurin í Fiskivinnunýskipanarbólkinum sigur, at bólkurin mátti ikki mæla til menningarkvotur ella søgulig rættindi, og heldur ikki loyva váðafúsum útlendskum íløgum.
- Ein fyrimunur við eini blandingsskipan er, at hon kundi snikkast soleiðis saman, at breið politisk undirtøka bleiv fyri henni og møguliga eisini í vinnuni. Ein vansi við eini blandingsskipan er, at tað vilja vera samspælsárin millum ymsu skipanirnar, sum ein tílík greining kundi víst á og tikið hædd fyri. Í eini skrivligari áheitan til fiskimálaráðharran í august 2016 bað eg tí um møguleikan til eisini at viðgera eina blandingsskipan. Men hetta bleiv okkum sýtt. Í okkara tilmæltu skipan skuldu 100% av rættindunum seljast um ein marknað, hóast vit eisini ávaraðu um avleiðingarnar av størri ótryggleika og minni íløguhugi.
- Í arbeiðssetninginum frá fiskimálaráðharranum vóru krøvini til útlendskar íløgur í fiskiveiðu púra greið: Tær skuldu bannast. Hetta mál tók eg upp á mínum allarfyrsta fundi við fiskimálaráðharran, har eg royndi at grundgeva fyri, at tað vildi verið skilabetri at fara eftir eini bleytari loysn sum tryggjar, at leiðsluvirksemi og virðisskapan er í Føroyum, hóast útlendskar íløgur eru við til at fíggja vinnuliga virksemi. Men hetta avvísti fiskimálaráðharrin blankt, tí útlendsku íleggjararnir skuldu út.
Johnny í Grótinum vil vera við, at samtykta fiskivinnunýskipanin í stóran mun ikki er kjølfest í serfrøði, men at hon í staðin er eitt úrslit av politiskari telving.
- Samspælsárinini millum ymsu útlutingarskipanirnar og avmarkingarnar eru ikki blivin viðgjørd av serfrøðini, men ein væl grundað búskaparfaklig meting er, at hetta fær neiligar avleiðingar fyri samlaðu virðisskapanina í Føroyum komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald