
- Floksstjórnin er firtin av viðferðini, sum formaðurin hevur fingið, og hesum eri eg samdur við, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um avgerðina hjá flokkinum at slíta samgonguna.
- Tað er burtur úr vón og viti at løgmaður kemur við slíkum. Slíka viðgerð væntar man ikki av løgmanni, sigur Jenis av Rana.
Grundgevingin hjá løgmanni at loysa Jenis av Rana úr starvi sum landsstýrismaður, er ein samrøða á FM1. Løgmaður vil vera við, at Jenis av Rana alment hevur heitt á Mangus Rasmussen at beinleiðis at ganga í móti boðunum hjá løgmanni.
Hesum er Jenis av Rana púra ósamdur í.
Les eisini: - Havi iki heitt á eitt annað landsstýrisfólk um at ganga móti boðum løgmans
Vistu einki um hetta
Jenis av Rana sigur, at tey í Miðflokkinum ikki vistu um hesa avgerðina áðrenn og høvdu heldur ikki fingið nakrar frænir um hetta.
Jenis av Rana greiðir frá, at hann í løgtinginum í morgun varð tikin til síðis av løgmanni, og fekk boðini um, at hann varð loystur úr starvi.
Floksstjórnin hevur seinnapartin viðgjørt, um flokkurin skal vera verandi í samgonguni og koma við uppskoti um annað landsstýrisfólk, men orsakað av óvirðiligu viðgerðini, hevur Miðflokkurin valt at slíta samgonguna.
Og klárur til val, tað er Miðflokkurin. Flokkurin fekk eitt gott fólkatingsval í síðstu vku við tilsamans 1217 atkvøðum.
- Eg haldi at tá man akkurát hevur verið til eitt fólkatingsval, so er man klárur nú aftur, sigur Jenis av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald